Skip to main content

1-1-2 dagur 2014

Nyhed   •   Maj 26, 2014 12:32 GMT

Mikudagin 28. mai 2014 kl. 10 verður tann árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.

400 børn og vaksin í Tórshavnar Kommunu verða við til 1-1-2 dagin.