Skip to main content

Innflýggjan av ólógligum vápnum

Nyhed   •   Maj 02, 2016 13:32 GMT

Ólóglig skotvápn skulu latast politinum

Tann 30. juni 2016 er seinasta freist at lata ólóglig skotvápn inn til politiið. Nýggja vápnalógin, ið kom í gildi 1. januar 2016 ásetur, at persónar, ið eiga ella liggja inni við ólógligum skotvápnum, hava møguleika at lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk.

Síðani 1969 hava vandamikil skotvápn, sum eitt nú riflur og revolvarar, kravt serstakt loyvi frá politinum. Vanligar høglbyrsur hava verið undantiknar hesum loyvi, og vera tað eisini framyvir. Við øðrum orðum skulu vanligar høglbyrsur ikki latast politinum.

Men hevur tú eitt nú riflu ella revolvara, uttan at hava serstakt loyvi frá politinum, so er talan um eitt ólógligt skotvápn.

Ólógligu vápnini kunnu latast inn á hesum politistøðum í avgreiðslutíðini mánadag-fríggjadag kl. 1000-1500:

Tórshavn, Yviri við Strond 17

Klaksvík, við Sandin 5

Tvøroyri, Kirkjubrekkan 11

Liggur onkur inni við ólógligum vápnum, men ikki hevur møguleika fyri at innflýggja hesi á nevndu politistøðum, ber til at ringja til politiið á tlf. 351448 fyri at avtala nærri um, hvussu avhendingin kann fara fram.

Skotvápn, sum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, verða í samráð við Føroya Landfúta latin Søvnum Landsins til varðveitslu.