Skip to main content

Lýsing eftir nýggjum HR-partnara

Nyhed   •   Jan 28, 2016 15:39 GMT

Politiið í Føroyum søkir eftir HR-partnara

Sum HR-partnari hjá Politinum í Føroyum, verður tú ein týdningarmikil partur av at menna og viðlíkahalda starvsfólkaøkið. HR-partnarin er leiðari av Starvsfólkadeildini, sum í løtuni telur 3 starvsfólk. HR funktiónin er ein stabseind og hevur beinleiðis tilvísing til Fyrisitingarstjóran (ovastu leiðslu).

Ábyrgdarøkið hjá HR-partnarinum er breitt, og tað fevnir millum annað um, at verða strategiskur sparringspartnari hjá øllum leiðslubólkinum, ráðgeva og vegleiða ovastu leiðslu í øllum HR viðurskiftum. HR- partnarin skal tryggja, at HR verður tikið við frá byrjan, tá nýggj tiltøk verða sett í verk.

HR-partnarin er kontaktpersónur hjá tí centralu HR deildini hjá Ríkispolitinum og hevur tætt dagligt samband við deildina. HR-partnarin er partur av nationala netverkinum við øðrum HR-partnarum í ríkinum. Umsøkjarar skulu vera tilreiðar at ferðast til Danmarkar í arbeiðsørindum eftir tørvi.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • Uppfylging av strategiskum málum
  • Førleikamenning og leiðslumenning
  • Starvsetanir
  • Starvsfólkamál
  • Fíggjarætlan yvir lønir og skeið
  • Tænastuplanlegging og tíðarskráseting
  • Uppgávur knýttar at Leiðslusekretariatinum
  • Fyriskipan og uppfylging av árligu starvsfólkasamrøðum, trivnaðarkanningum v.m.

Vit vænta, at:

  • tú hevur eina viðkomandi víðari útbúgving og leiðsluroyndir, helst frá HR ella líknandi øki.
  • tú hevur kunnleika til at skipa førleikamenning
  • tú tolir at broytingar koma í starvsinnihaldinum.

Lønar- og setanartreytir:

 Verða ásettar eftir avtalu og eftir galdandi sáttmála.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Politinum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2016. Umsóknin skal sendast til: fo-personalekontor@politi.dk

ella Føroya Politi, Postboks 3018, 110  Tórshavn.

Hevur tú spurnigar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Halldis Poulsen, fyrisitingarstjóra, tlf. +298 351448.

John Kølbæk, fúti