Skip to main content

Politiið í Føroyum sóknast eftir einum KT-supportara

Nyhed   •   Aug 20, 2015 13:47 GMT

Eitt starv sum KT-supportari er leyst at søkja til setan 1. november 2015. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Starvsstaðið er í høvuðsheitum á politistøðini Yviri við Strond 17 í Tórshavn, men til tíðir eru uppgávur at loysa á hinum politistøðunum runt landið.

Sum KT-supportari verður tú partur av einum toymi við dugnaligum starvsfeløgum, sum veitir fjøllbroyttar supportuppgávur innanhýsis hjá politinum.

 Høvuðsuppgávurnar hjá KT-supportaranum verða:

  • at hava dagliga umsjón við teldum og telefonum
  • at seta teldur, printarar og netverk upp
  • at veita starvsfólkunum brúkaravegleiðing, bæði viðv. teldum og øðrum tólum, ið verða brúkt til politiarbeiðið
  • at installera og implementera hardware og software, millum annað MS Windows og MS Office
  • at viðlíkahalda ymiskar skráir, rætta skrásetingar v.m.

Vit vænta:

  • at tú hevur viðkomandi útbúgving
  • at tú hevur skjalprógvaðar royndir innan KT-tænastuveiting kann verða ein fyrimunur
  • at tú ert fyrikomandi og framfýsin
  • at tú hevur áræði at seta teg í nýggja tøkni
  • at tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga bæði á føroyskum og donskum
  • at tú ert røkin og hevur góð samstarvsevni.

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum danska finansministeriet og HK.

Ein treyt fyri at fáa starvið er, at umsøkjarin kann trygdargóðkennast.

Meiri kunning um starvið fæst við at ringja til Politistøðina í Tórshavn, á telefonnr. 351448, og spyrja eftir Katrin Poulsen, HR-partnara.

Umsóknarfreistin er mikudagin tann 16. september 2015.

Umsókn við CV, prógvum og evt. viðmælum skal sendast sum t-postur til Føroya Landfúta á FO-personalekontor@politi.dk

John Kølbæk

Fúti