Skip to main content

Álvarslig arbeiðsvanlukka umborð á Christian Høj í Hósvík

Pressemeddelelse   •   Feb 05, 2014 14:23 GMT

Kl. 02:16 fekk alarmsentralurin fráboan um, at ein av manningini umborð á Christian Høj (gamli Suðurvarði) hevði fingið álvarsligan skaða umborð í samband við at skipið var við at leggja til kei í Hósvík.

Teir vóru í gongd við at leggja skipið til kaj og tað var meðan skipið lá uppá springið og teir skuldu fáa ein enda úr aftasta klyssinum í bagborð, at ein 25 ára gamal maður, ið er frá Bulgarien, var so óheppin, at høgra bein kom at liggja millum trossan og lúnningina.

Bulgarin misti beinið um hálvt skinnabeinið og varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott.

Skiparin og reiðarin, ið vóru hjástaddir, bóru skjótt at og góvu manninum neyðuga hjálp.

Politiið kannar í løtuni orsøkina til vanlukkuna.

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.