Skip to main content

Átak móti hælaravørum

Pressemeddelelse   •   Jan 20, 2017 12:07 GMT

Í gjár byrjaði eitt stórt átak um hælarí í Danmark. Yvirskriftin á átakinum er: ”UNDGÅ AT KØBE STJÅLNE VARER PÅ NETTET.”Endamálið við átakinum er, at borgarar skulu verða meira tilvitaðir um, at innbrot í privatum heimum og hælarí hanga neyvt saman.

Nógvir danskarar og eisini føroyingar keypa hælaravørur uttan at vita av tí. Endamálið við átakinum er sostatt at hjálpa borgarunum, soleiðis at tey ikki keypa stolnar vørur, tá tey ætla at keypa brúktar vørur á netinum – og harvið eisini gera tað trupult hjá tjóvunum at selja slíkar vørur.

Ein sentralur partur av átakinum eru tvær lættar tilráðingar, ið minka um vandan fyri at keypa stolnar vørur.
Fyrra tilráðingin er at nýta MobilePay, tá ið brúktar vørur skulu keypast.
Seinna tilráðingin er, at hyggja eftir NEM ID hjá seljaranum.

Í báðum førum ber beinleiðis til at finna útav, hvør seljarin er.

Her í Føroyum hava vit ikki kunnleika til, at hetta er ein stórur trupulleiki, men vit vita, at nógvir føroyingar keypa vørur á netinum í Danmark og tí meta vit tað vera neyðugt at kunna um hetta átakið.


Mariann Reinert
SSP Samskipari

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.