Skip to main content

Groft innbrot í Havn

Pressemeddelelse   •   Dec 11, 2013 15:12 GMT

Í nátt kl. 03:28 fekk politiið fráboðan um eitt innbrot í handlinum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn.

Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at tann eini rúturin var knústur við, at skotið var ígjøgnum rútin við eini høglbyrsu. Eisini bleiv ein lektahamari funnin á staðnum.

4 hálsketur av sama slagið, sum vístar á myndini, eru stolnar. Keturnar hava eitt samlað virðið uppá 5045,- kr.

Vit vilja fegin hava hjálp frá borgarunum og heita tí á fólk, um et seta seg í samband við okkum á tlf. 351448, um tit hava sæð, hoyrt ella verið í umráðnum hetta tíðarbilið.

Ein borgari hevur boðað politinum frá, at eitt skot hoyrdist í nátt kl. 02:22, so alt bendir á, at innbrotið er framt um hetta mundið.

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.