Skip to main content

Óðnarveður og vindskaðar

Pressemeddelelse   •   Dec 15, 2013 00:58 GMT

Tað hevur leikað hart á síðani seint seinnapartin í gjár og vit hava fingið umleið 30 fráboðanir um vindskaðar, sosum húsatekjur eru foknar, rútar knústir og húsaklæðningar hava skrætt seg leysar.

Skaðarnir eru fráboðaðir ymsastaðni runt í Føroyum, men flestu fráboðaninar eru úr Klaksvík.

Orsakað av nógvu skaðunum, fýkur nógv leyst byggitilfar runt, so skilabest er um fólk halda seg innandura til vindurin er minkaður enn meiri.

Sløkkiliðini og bjargingarfeløgini eru væl mannaði og royna at hjálpa har tað yvirhøvur er møguligt, men tað ber nokk ikki til at fáa eina neyvari metan av støðuni fyrrenn í lýsingini móti morgni, tá eisini kann væntast at vindurin er minkaður.

Tað verður sagt frá sera ringum veðri aftur seinnapartin í dag (sunnudag), so heitt verður á fólk um at tryggja leysafæ so gott, sum á nakran hátt gjørligt.

Fólk verða annars biðin um bert at ringja 1-1-2 Alarmsentralin um brúk er fyri bráðfeingis hjálp. Vindskaðar skulu fráboðast á tlf. 351448.

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.