Skip to main content

Politiið sóknast eftir manni, ið rann fram við gerningsstaðnum.

Pressemeddelelse   •   Dec 03, 2013 12:24 GMT


Politiið sóknast eftir einum miðaldrandi manni, sum kann hava sæð okkurt uttan fyri bústaðin Markalíð 3 í Tórshavn, har tann 61 ára gamli maðurin  varð stungin á bústaði sínum mikudagin 20. novembur  um kvøldið.

Eitt vitni hevur greitt politinum frá, at hon mikudagin 20. novembur kl. 2205 - 2210 møtti hesum manninum á niðaru gongubreytini á Marknagilsvegi við gernngsstaðið. Vitni gekk út eftir, meðan maðurin, sum sóknast verður eftir, rann á gongubreytini heim eftir Marknagilsvegnum.

Maðurin var í einum vetrarjakka og vanligum klæðum, tað vil siga ikki í renniklæðum, men vitni kundi tó ikki geva eina nærri lýsing av manninum.

Politið vil fegin í samband við henda mannin, fyri at vita um hann kann hava sæð nakað, tá hann rann fram við gerningsstaðnum hetta tíðarbilið.

 

Bergleif Brimvík

politikommisserur

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.