Skip to main content

Stuldurin á Viðareiði - stórur partur av stolnu pengunum komin til vega

Pressemeddelelse   •   Okt 28, 2016 12:19 GMT

Við góðari hjálp frá fólki í Norðoyggum, hevur politiið nú fingið til vega megin partin av stóru peningaupphæddini, ið bleiv stolin á Viðareiði.

Politiið fekk seinnapartin fyrradagin eitt ”tip”sum førdi til, at megin parturin av stolnu peningaupphæddini bleiv funnin.

Ongin er enn skuldsettur í málinum, men politiið hevur onkran illgrunað til hvør viðkomandi kann verða, ið hevur framt stuldurin.

Av tí at kanningararbeiðið ikki er komi á mál, kann politiið ikki nevna nakað um hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin.

Polittið takkar øllum teimum. ið hava ringt og hjálpt til við kanningarbeiðnum.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur

Kanningardeildin

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.