Skip to main content

Trý fólk handtikin í Fuglafirði

Pressemeddelelse   •   Aug 24, 2015 14:59 GMT

Í samband við, at Náturugripasavnið í dag skuldi seta sendarar á 7 grindahvalir, gjørdi trý fólk við tilknýti til Sea Shepherd eina roynd at órógva hetta arbeiði. Tey vórðu tí øll trý handtikin av løgregluni.

Tey handtiknu eru ein 25 ára gamal maður og tvær kvinnur sum eru ávíkavist 24 og 31 ára gamlar. Tey handtiknu koma frá Kanada, USA og Fraklandi

Tey handtiknu verða skuldsett fyri brot á grindalógina.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Pressutalsmaður: Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

  • at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
  • at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.